Magn fingið nýggjan fíggjarstjóra

Hann hevur tikið við starvinum

Áki Bertholdsen
19. september 2023 kl. 13:38

 Tað er Regin Mittún, sum er settur sum fíggjarstjóri í orkufelagnum Magn.

Tað boðar Magn frá. Tey hava søkt eftir fíggjarstjóri fyri tann, sum fór úr starvi og nú er Regin Mittún settur.

Hann er 44 ára gamal og grannskoðari. Magn sigur, at Regin hevur bæði drúgvar leiðsluroyndir og eitt fjølbroytt handilsligt innlit.

Hesi seinastu fýra árini hevur hann verið fíggjarstjóri í fyritøkuni, Globe Tracker, sum mennir forrit til at fylgja við bingjum og til at hava eftirlit við teimum.

Fyrr hevur hann eisini verið fíggjarstjóri í Betri Trygging, umframt at hava verið grannskoðari hjá Spekt og Deloitte. 

Í løtuni eru 155 starvsfólk í starvi hjá Magn og tað svarar til 91 ársverk. Regin Mittún tók við starvinum tann 01. September.