Magne heldur seg til tað trygga

KÍ uppstillingin í Slovenia í kvøld er tann, sum tað frammanundan varð roknað við, at hon fór at vera

Jóannes Hansen
9. november 2023 kl. 19:12

Klokkan 20 fer maltesiski dómarin at bríksla fyri fyrstu ferð í Slovenia, har KÍ er gestur á Stozice stadion í Ljubljana. Tá ið Olimpija Ljubljana fyri tveimum vikum síðani var í Føroyum, endaði tað við 3-0 heimasigri.

Magne Hoseth hevur sett KÍ liðið, og tað sær út, sum tað frammanundan varð roknað við, at tað fór at gera. Eitt sindur óvæntað er tað tó, at Deni Pavlovic ikki er millum teir fyrstu ellivu. Hallur Hansson, sum fyri tað mesta hevur verið skiftisspælari í Europa, og René Shaki Joensen, sum mest sum hvørja ferð hevur verið millum teir fyrstu ellivu, eru ikki við í Slovenia, tí teir eru skaddir.

Veðrið er gott at spæla fótbólt í Ljubljana í kvøld. Tað eru trý hitastig, og so regnar tað. Grasvøllurin sær út til at vera heilt góður.

 

Olimpija Ljubljana – KÍ kl. 20.00

Dómarakvartett úr Malta: Philip Farrugia, Alan Camilleri, Duncan Sulatna og Trustin Farrugia Cann (4. Dómari)

KÍ: Nils Jonatan Johansseon – Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Vegard Forren – Jóannes K. Danielsen, Luc Kassi, Jákup B. Andreasen, Patrick da Silva – Árni Frederiksberg, Páll A. Klettskarð, Claes Philip Kronberg

Á beinkinum: Markus Olsen Pettersen, Deni Pavlovic, Mads Bo Mikkelsen, Sivert Gussiås, Dávid B. Andreasen, Børge Petersen, Silas Gaard, Ahmed Latif, Jóhan Josephsen

Venjari: Magne Hoseth