Magni Mohr í poddvarpi hjá Novo Nordisk

Føroysk gransking hevur staðfest, at bóltspæl er sera gagnligt fyri fólk, sum hava pre-diabetes, og tað tosar poddvarpið hjá Stenomiðstøðunum hjá Novo Nordisk við Magna Mohr, professara um

Magni Mohr er professari á Setrinum í arbeiðsfysiologi og kropsligur venjari hjá A-landsliðnum við monnum. (Mynd: Fótbóltssamband Føroya)
Brynhild Thomsen/setur.fo
13. mars 2023 kl. 12:00

"Fótbóltur fyribyrgir diabetes i Føroyum", er heitið á hesum partinum í poddvarpinum hjá Stenomiðstøðunum hjá Novo Nordisk Grunninum. Føroyar hava júst fingið eina miðstøð eisini, sum eitur Steno Miðstøð Føroya, og poddvarpið hjá teimum eitur "Diabetesforskerne".

Soleiðis verður skrivað um henda partin í poddrøðini:

- Ein kanning hevur víst, at fótbóltur kann gera undurverk fyri fólk, sum hava pre-diabetes. Bóltspæl er gagnligt fyri iltupptøku, blóðtrýst og beinagrind - og so minkar tað eisini um váðan fyri at fáa typu2-diabetes.

Magni Mohr, professari á Setrinum í arbeiðsfysiologi, sum er knýttur at Steno Miðstøð Føroya, greiðir frá.

Poddvarpið verður útgivið av teimum sjey Stenomiðstøðunum og verður framleitt av Kontekst & Lyd. 

Lurtið eftir poddinum her.