Magni Mohr vunnið altjóða heiður fyri gransking

Magni Mohr, professari í arbeiðs- og ítróttarfysiologi á Fróðskaparsetri Føroya, er seniorrithøvundi á vísindaligari grein, sum American College of Sport Medicine hevur valt sum Ársins grein 2022

Redaktiónin
16. mars 2023 kl. 10:18

Vísindaliga greinin, sum er vald at vera Ársins grein, eitur “The Role of Muscle Glycogen Content and Localization in High-Intensity Exercise Performance: A Placebo-Controlled Trial”. Magni Mohr, professari á Setrinum, hevur skrivað hana saman við donsku Jeppe F Vigh-Larsen, Niels Ørtenblad, Joachim Nielsen, Ole Emil Andersen og Kristian Overgaard, og nú hevur hon vunnið altjóða heiður frá heimsins størsta ítróttarmedisinska felagsskapi.

Greinin varð almannakunngjørd í fjør í viðurkenda vísindaliga tíðarritinum, “Medicine and Science in Sport and Exercise”, og tað er ítróttarmedisinski felagsskapurin, “American College of Sport Medicine” (ACSM), sum umsitur tíðarritið, ið hevur valt hana til Ársins grein (Paper of the Year) í 2022.

Hendan greinin hjá Magna Mohr og teimum byggir á eina granskingarverkætlan, sum er m.a. er stuðlað av føroyska Granskingarráðnum.

Við virðislønini fylgir altjóða miðling av úrslitunum, sum ACSM stendur fyri, ein peningaupphædd, umframt at Magni Mohr sum høvuðsrithøvundi sleppur at leggja verkætlanina fram á komandi ACSM-ráðstevnu, sum verður í Denver, USA í juni í ár.

Granskingarverkætlanin kannar, hvussu vøddaglykogen (sukurlagur í vøddakyknunum) ávirka kropslig avrik, mýllívfrøðiligar processir í kyknuni og vøddavirkni undir hørðum intervalarbeiði.

Myndin niðanfyri vísir granskingardesignið, har væltrenaðir menn fremja trý hørð arbeiðstíðarbil á 10 x 45 sekund á súkklu. Eftir hetta var eitt 5-tíma langt hvíldartíðarskeið, har royndarpersónarnir antin fingu ein kolvæturíkan drikk ella ein placebodrikk. Blóðroyndir og vøddabiopsiir vórðu tiknar fleiri ferðir undir protokollini (sí mynd) og vøddavirknið varð mátað við styrkitestum, har vøddin eisini varð stimbraður við elektriskum stoytum fyri at máta hægstu kraftina, sum vøddin kann menna.

Talan er um eitt sokallað “placebo-kontrollerað-design”, sum er eitt tað sterkasta granskingardesignið, sum er, tá talan er um at vísa orsøk-virkna-sambond (cause and effect).

Magni Mohr sigur, at henda verkætlanin er partur av eini størri verkætlan, har tey royna at vísa, hvussu vøddaglykogen mekanistiskt ávirkar vøddavirkni og serstakar processir í vøddakyknuni.

- Síðan miðskeiðis í 1960´unum hava vit vita, at mongdin av vøddaglykogeni hongur saman við kropsligum avrikum, men sjálv mekanisman er enn ikki prógvað, og slett ikki undir hørðum intervalarbeiði, sum minnir um liðítrótt.

- Í okkara grein vísa vit greitt samband millum úttømd vøddaglykogenlagur í serligum støðum í vøddakyknuni og vøddamøði, og vit vísa geitt samband millum uppbygt vøddaglykogen í kyknuni í hvildartíðarskeiðinum og endurvunnið vøddavirkni. Eisini vísa vit klár tekin um, hvørjar mýlfysiologiskar processir eru ávirkarar av lágum vøddaglykogeni í ávisum støðum í kyknuni. Hetta er grundgransking, sum yvirskipað flytir okkara innlit í, hvat vøddamøði er, og tað er serstakliga okkara sterka granskingardesign, og tað at vit máta vøddaglykogen lokalt í einstøku vøddakyknuni, sum ger, at vísindaliga hondverkið er so sterkt, sigur professarin.

Magni Mohr hevur fleiri ferðir áður vunnið altjóða virðislønir fyri sína gransking, men at fáa greinina valda sum Ársins grein 2022 í hesum høpinum heldur han vera nakað serligt.

- ACSM er, sum sagt, nógv tann størsti vísindaligi ítróttarmedisinski felagsskapurin í heiminum. Felagskapurin varð stovnsettur í USA í 1954 av amerikanskum læknum og fysiologum, sum tá sóu tætta sambandið millum rørslu, heilsustøðu og sjúkuváða. Tað eru tey, sum upprunaliga hava skapt “Exercise as Medicine-hugtakið”, og tað eru tey, sum umsita tilmælini um kropsliga rørslu í USA, sum heilsumynduleikar sum WHO eisini velja at fylgja, og tey menna protokollir til, hvussu sjúklingar kunnu viðgerast við kropsligari venjing. Tí er tað ein serligur heiður, at okkara arbeiði er valt sum ársins vísindaliga grein ella granskingarverkætlan av júst ACSM-felagsskapinum.

- ACSM skipar fyri stórum altjóða ráðstevnum hvørt ár, og hetta hava tey gjørt í skjótt 70 ár, har upp í 10.000 granskarar luttaka, so at okkara arbeiði verður heiðrað á einum slíkum altjóða palli er sera stórt fyri okkum, sigur Magni Mohr, professari.

Hann leggur aftrat, at føroyska Granskingarráðið hevur stuðlað verkætlanini, og at tað eru tey í granskingarbólkinum takksom fyri.

Arbeiðið við at greina leiklutin hjá vøddaglykogeni í sambandi við fyribrigdið, vøddamøði, heldur fram í granskingarbólkinum hjá Magna Mohr, sum sigur, at fleiri nýggjar greinir eru ávegis, sum koma við nýggjari vitan um, hvat vøddamøði er, og hví vøddar møðast undir hørðum arbeiði.

Greinin kann lesast her.