

Í kvøld vóru mentanardagarnir í Sunda kommunu settir. Hetta var í skúlanum við Streymin.
Henda løta hevur síðstu árini verið høvi at geva einum persóni ella felagsskapi ársins herðaklapp fyri stórt sjálvboðið arbeiði til gagns fyri fólkið í økinum.
Í kvøld varð Magnus á Stongunum fyrrverandi kommunulækni við bústaði á Eiði heiðraður.
Greitt verður soleiðis frá á facebook:
Í kvøld var setanin av ársins mentanardøgum í Sunda Kommunu. Sum vanligt, so varð ársins herðaklapp handað persóni ella felagsskapi, sum hevur gjørt sjálvboðið arbeiði til gagns fyri fólkið í økinum.
Í ár fekk Magnus Á Stongum væl uppiborna heiðurin fyri sítt áhaldandi og savnandi arbeiði at knýta EB og Streym saman í 90’unum, so vit í dag hava stóra felagsliðið EB/Streym, sum er til gagns fyri okkara ungu. Her hevur hann verið virkin í nógv ár sum venjari, nevndarlimur, sjálvboðin lækni og mang annað. Út yvir tað hevur Magnus verið virkin í Norðljómi og Eiðis Ljómfelag í nógv, nógv ár
Hóast hann í dag er 73 ára gamal, so spældu hann, Jóan Jakku og Holgar góðar tónar fyri okkum í kvøld.
Hjartaliga tillukku við herðaklappinum, Magnus!