Magnus fer nú at spæla við HB

HB kunnger í kvøld, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við Magnus Holm Jacobsen

Jóannes Hansen
15. november 2023 kl. 21:21

Fyrr í kvøld var søgan, at HB miðvallarin Dan í Soylu flytur úr felagnum og til Klaksvíkar og KÍ.

Nú er søgan, at HB hevur skrivað undir sáttmála við nýggjan miðvallara.

Talan er um Magnus Holm Jacobsen, sum nú fer at spæla við HB.

Magnus var í ár sera eyðsýndur miðvallari í 07 Vestur burtursæð frá nøkrum umførum í summar, tá ið hann segðist vera á veg til Póllands, men so var aftur í 07 Vestur.

Sambært faroesoccer.com umboðaði Magnus Holm Jacobsen, sum er 23 ára gamal, øll árini frá 2016 og fram til 2022 B36. Hann hevur spælt 122 landskappingardystir í bestu deildini og hevur skorað 13 mál.

Í ár varð fleiri ferðir sagt, at tað var ikki nóg nógv likamlig styrki á HB miðvøllinum. Likamlig styrki, góður bóltførleiki og gott spælskil vóru eyðenni hjá Magnusi Holm Jacobsen, tá ið hann í ár var 07 Vestur miðvallari.