Stefan: Málið gevur mær blóð upp á tonnina

Tað var ein fegin Stefan Radosavlevic, ið vit fingu orðið á aftaná dystin. Stefan sigur, at málið gevur honum blóð upp á tonnina at vilja meira við fótbóltinum

Ein fegin og rørdur málskorari beint eftir dystin móti Kosovo í kvøld. Stefan Radosavlevic javnaði fyri Føroyar í seinna hálvleiki móti Kosovo í kvøld (Mynd: Sigurjón Einarsson)
Sigurjón Einarsson, Pristina
19. november 2022 kl. 20:20

- Málið hevur givið mær blóð upp á tonnina.

Tað sigur føroyski málskorarin í Pristina í kvøld, Stefan Radosavlevic, ið kom inn og javnaði fyri Føroyar.

Hann sigur, at málið gevur honum mótivatión at venja hart nú í vetur, so hann kann vera væl fyri, tá flytingarvindeygað letur upp í januar.

Stefan Radosavlevic vil meira við fótbóltinum, og ætlar sær at spæla uttanlands komandi ár.

Hoyr samrøðu við føroyska málskjúttan her: