Málið um Tjóðleikhúsið er endaliga avgreitt

Borgarstjórin í Havn sker ígjøgnum

Heðin Mortensen
18. apríl 2024 kl. 11:58

Málið um staðsetingina av Tjóðleikhúsinum er einmælt samtykt og avgreitt av býráðnum fyri meira enn tveimum árum síðan. Og eg leggi ikki málið aftur fyri býráðið.

Avsetta økið til sjálvt Tjóðleikhúsið var 4.000 fermetrar, men tað var partur av eini heildarætlan fyri eystara havnaøki, sum var eitt vegleiðandi amboð fyri, hvussu økið skal skipast í framtíðini. Eitt tílíkt øki umfatar sjálvandi vegir, grøn hugnaøki og alment felags parkeringsøki umframt.

Málið snýr seg einans um at fáa Tjóðleikhúsið at passa inn í hesa heildarætlan. Tað hava vit havt ríkiligt av tíð til. Og eg fari nú sum borgarstjóri saman við umsitingini at taka mær av at fáa gjørt ein sáttmála skjótast, so málið ikki óneyðuga verður órógvað og drigið longur út.

Fantasifullu uppskotini um alternativar plasseringar havi eg ongar viðmerkingar til. Málið er í mín verð samtykt og avgreitt.

Heðin Mortensen

borgarstjóri