Manchester city vann Premier League fyri fjórðu ferð á rað

Manchester City tryggjaði sær í dag meistaraheitið við sigri á West Ham

Ragnar Sjúrðarson
19. mai 2024 kl. 20:55

Manchester City eru enn einaferð Premier League meistarar.

Í dag bleiv sigurin staðfestur við einum 3-1 sigri á West Ham á heimavølli.

Phil Foden bleiv longu í fyrra hálvleiki  tvífaldur málskjútti, og hóðast Mohammed Kudus skoraði eitt sera vakurt mál fyri hálvleik, staðfesti Rodri sigurin tá umleið ein tími varð leiktur.

Arsenal hevði undan seinasta umfarinum eisini møguleika at vinna meistaraheitið, men tað kravdi at teir greiddu sína skyldu í móti Everton og at Manchester City setti stig til í móti West Ham.

Hetta er fjórða meistaraheitið hjá Manchester City á rað og tað sætta innan sjey ár.