Manchester United vil hava ein áleypara afturat

Manchester United hevur heintað Weghorst í hesum flytingarglugganum, men felagið sær út til at vilja hava enn ein áleypara

Ragnar Sjúrðarson
25. januar 2023 kl. 14:28

Erik Ten Haag vil hava enn ein áleypara.

Tað er stóra enska blaðið Daily Mail, sum í dag skrivar, at Manchester United ælar at leggja ein áleypara afturat til hópin, hóast felagið hevur leigað Wout Weghorst frá Burnley.

Manchester United venjarin má tó finna seg í, at felagið ikki hevur ráð til ein dýran leikara.

Stór nøvn sum Victor Osimhen og Harry Kane koma tískil ikki uppá tal. Hollendski venjarin má í staðin royna at finna ein leikara, sum kann leigast fyri eina lægri upphædd – sum við Weghorst

Samstundis hevur Erik ten Hag ikki tikið avgerð um hann fer at leiga út Facundo Pellistri og Anthony Elanga til eitt annað felag fyri at fáa fleiri minuttir á vøllinum.

Har hevur annars verið stórur áhugi fyri báðum talentunum í fleiri europeiskum feløgum