Manglandi lóggáva um haturstalu í USA gevur baksláttur

Í nýggjari grein, sum Sigri M. Gaïni hevur givið út í vísindaliga tíðarritinum Etikk i Praksis, er niðurstøðan, at lógir móti haturstalu ikki bara verjir minnilutar ímóti niðrandi talu; tær kunnu um somu tíð verja fólkaræði móti krøvum um sensur

Sveinur Tróndarson
30. juni 2022 kl. 12:59

Í nýggjari grein, sum Sigri M. Gaïni, ph.d.-lesandi í politiskari filosofi, hevur givið út í vísindaliga tíðarritinum Etikk i Praksis, undir heitinum “Universities and other Institutions – not Hate Speech Laws – are a threat to Freedom of Political Speech”, og sum er eftirmett av uttanhýsis serfrøðingum, viðger hon fyrst og fremst kenda politiskt-filosofiska argumentið The Argument of Political Speech.

Høvuðsargumentið hjá Sigri M. Gaïni er, at vantandi lóggáva um haturstalu í USA hevur givið baksláttur á tann hátt, at sensururin á politiskari talu er vaksin á amerikonskum – og seinni eisini á evropeiskum – stovnum hesi seinastu áratíggjuni.

Sigri M. Gaïni vísir á, at tað at minnilutar í USA ikki eru vardir við lóg móti ágangi og niðrandi talu, hevur elvt til, at hesir bólkar hava sett krøv til eitt nú útbúgvingarstovnar um at seta í gildi reglur sum verja tey.

Hetta hevur tó givið baksláttur við tað, at sensururin er farin alt ov vítt, nakað sum sæst aftur sum millum annað “ekstrem politisk korrektheit” og “cancel culture”

Niðurstøðan hjá Sigri M. Gaïni er, at lóggáva ímóti haturstalu verjir ikki bara minnilutar ímóti niðrandi talu. Hon kann eisini verja fólkaræði ímóti krøvum um sensur.

Hetta stendur at lesa inni á heimasíðuni hjá Granskingarráðnum, gransking.fo, og greinin kann ókeypis lesast her.