Mansfótbóltur: KÍ dregur frá í oddanum

Klaksvíkingar gjørdu stutta prosess, tá teir seinnapartin vunnu stórsigur á AB. HB, sum sambært metingum skuldi vera meistarabiðil, snávaði á heimavølli, men bjargaði tó einum stigi. Og so vann 07 Vestur endiliga

Páll A. Klettskarð hevur júst økt til 2-0 til KÍ (Skermmynd: Televarpið)
Sveinur Tróndarson
10. apríl 2022 kl. 18:20

Tann stóra søgan í Betri-deildini hetta vikuskifti er næstan, at tað fór eitt mál inn hjá KÍ - og tað at 07 Vestur vann, sjálvandi.

Klaksvíkingar, sum undan kappingini eru favorittar til meistaraheitið, spældu á heimavølli móti AB í dag, og undan tí dystinum hevði Mathias Rosenørn hildið málið reint.

Men tað kann hann so ikki breggja sær av longur, tí beint áðrenn hálvleik minkaði Teitur Debess Olsen um munin til 4-1.

Tað sigur kanska eitt sindur um støðuna, at tað skal vera hæddarpunktið, tá KÍ longu frammanundan var frammanfyri við fýra málum. Men soleiðis er støðan, nú KÍ bara vinnur og vinnur, og liðini, sum skulu kappast við KÍ missa stig.

Klaksvíkingar endaðu við at vinna dystin í dag við seks málum móti ongum, og liggja teir tí greitt á odda í landskappingini við fullum stigatali.

HB var um reppið at missa alt á gólvið, tá liðið tók ímóti EB/Streymi á heimavølli.

Niklas Kruse legði gestirnar á odda, tá tveir minuttir vóru spældir, og sjálvt um HB royndi, so eydnaðist ikki at fáa mál.

Í seinna hálvleiki gjørdist ilt verri, tá Niklas Kruse enn einaferð skoraði og økti til 2-0, men fram móti endanum av dystinum kom eitt sindur av lívi í HB. Tá eitt korter restaði í skoraði Stefan Radosavljevic og tveir minuttir fyri tíð javnaði Hilmar Leon Jakobsen, og hann bjargaði tí HB tað eina stigið.

Á Dungasandi vann heimaliðið 07 Vestur við einum máli móti ongum, men tað var ikki fyrr enn heilt ímóti endanum, at tað eydnaðist. Faktiskt var vanliga leiktíðin farin, tá Høgni Egilstoft Nielsen skoraði vinnandi málið.

Fjórði dysturin í dag, millum NSÍ og B36, verður spældur í Runavík beint nú. Har er støðan í skrivandi løtu 0-0, men tað er nokk tað einasta úrslitið, sum hvørki av liðunum kann brúka.

Fimti dysturin í hesum umfarinum varð leiktur í gjár, tá Víkingur vann 4-2 á Skála í Sarpugerði.