Margunn er nú í KÍ

Landsliðsspælarin flytur úr NSÍ og til KÍ

Jóannes Hansen
6. november 2023 kl. 19:25

Í kvøld boðar KÍ frá, at Margunn Lindholm nú er KÍ spælari. Hon flytur úr NSÍ og til Klaksvík, har hon longu í kvøld er millum tær, sum venja.

27 ára gamla Margunn Lindholm er úr Saltnesi, og síni fyrstu fótbóltsár vandi og spældi hon á Svangaskarði. Hon spældi við EBS/Skála frá 2013 og fram til 2019, og hon var við, tá ið EBS/Skála vann FM í 2017 og 2018. 25. august í 2018 skoraði Margunn Lindholm 2-1 sigursmálið, tá ið EBS/Skála vann steypafinaluna ímóti HB 2-1. Talan var um rimmar fríspark, og upptøkan av málinum fór um allan heimin.  

Síðani 2020 hevur hon spælt við NSÍ, har hon fyrr í heyst var við til at vinna steypafinaluna ímóti KÍ.

Margunn Lindholm hevur ikki spælt so nógv seinastu árini, tí hon hevur verið skaðadarvað.

Nú er hon komin fyri seg aftur, og síðani í summar hevur hon verið við í 10 dystum á NSÍ liðnum.

Í kvøld boðar KÍ frá, at Margunn Lindholm fer at spæla við KÍ, sum hevur vunnið FM fimm tey seinastu árini. Margunn er eisini við Í landsliðshópinum, sum fyrireikar seg til Nations League dystir seinni í heyst.