

Deildin fyri heilsu og sjúkrarøktarvísindi á Setrinum kann seta enn eina heiðursløn á sína hill.
Maria Skaalum Petersen, ph.d., lektari í heilsuvísindum og granskingarleiðari, vann seinnapartin Ársins miðlaheiðursløn fyri sína góðu vísindaligu miðling.
Heiðurin varð latin í endanum á Vísindavøkuni, sum í ár varð hildin í Løkshøll í Runavík.
- Maria dugir sera væl at leggja granskingina fram á lætt skiljandi, gerandisligan og ótilgjørdan hátt. Javnan er hon frammi og málber seg soleiðis, at øll kunnu skilja, og hennara miðling er bæði umfatandi og á so mongum pallum, segði Øssur Winthereig vegna Føroysk Miðlafólk, tá hann handaði henni, heiðurslønina vegna Granskingarráðið.
Hesi hava higartil vunnið Ársins miðlaheiður fyri gransking:
2012 - Dorete Bloch
2013 - Pál Weihe
2014 - Kári Sólstein
2015 - Bogi Hansen
2017 - Jens-Kjeld Jensen
2018 - Magni Mohr
2019 - Lis Mortensen
2020 - Debes Christiansen
2021 - Marnar Fríðheim Kristiansen
2022 - Maria Skaalum Petersen
Kelda: setur.fo