Mariann Sofiasdóttir er tilnevnd besti handritahøvundur

Føroyska Mariann Sofiasdóttir hevur skrivað handritið til stuttfilmin “Angel”, sum hevði frumsýning 4. oktober í ár. Nú er hon tilnevnd sum besti handritahøvundur til Ekko Shortlist Awards, sum verður 27. november

Sigurjón Einarsson
11. november 2021 kl. 17:50

Tað eru ikki mong í Føroyum, ið kennast við navnið Mariann Sofiasdóttir her í Føroyum, og kanska hevur hon flogið eitt sindur undir radaranum her heima, men í Danmark er hon við at sláa sítt navn fast sum ein lovandi handritahøvundur í Danmark.

Seinast hevur hon skrivað handritið til stuttfilmin “Angel”, sum hevði frumsýning tann 4. oktober í ár, og fyri tað er hon nú tilnevnd sum besti handrithøvundur fyri filmin av Ekko Shortlist Awards.

Filmurin snýr seg um stripparan Stinna, ið livir í einum forholdi, har harðskapur og rúsevnismisnýtsla er gerandiskostur. Hennara fimm ára gamla dóttir er av tí sama í heimarøkt hjá aðrari familju. Eitt kvøldið verður hon konfronterað við sína fortíð, har hon má viðurkenna, at hon hevur nakað, sum hon má fáa í rættlag aftur.

Og tað er fyri handritið til hendan stuttfilmin, at Mariann Sofiasdóttir nú er tilnevnd besti handritahøvundur.

Tað ber eisini til at síggja filmin “Angel”, sum varar í 19 minuttir, álinju, og hann kann síggjast her.

Til ber at lesa og atkvøða um tilnevndu filmarnar her, har Mariann er tilnevnd.

Leikstjóri er Lisa Svelmøe. Framleiðari er Nicole Kjærsgaard Jensen. Fotografur er Julie Mørch Honoré og føroyska Mariann Sofiasdóttir hevur skrivað handritið.

Hennara filmografi kann lesast her.

Instruktør Lisa Svelmøe. Producer Nicole Kjærsgaard Jensen. Fotograf Julie Mørch Honoré. Manuskriptforfatter Mariann Sofiasdóttir

Ekko Shortlist Awards verður í Bremen Leikhúsinum í Keypmannahavn tann 27. november 2021.