Marius DC og Kóboykex nevnd í Rolling Stone

Farna vikuskifti luttóku fimm føroysk tónlistanøvn á tónleikafestivalinum Iceland Airwaves. Føroysku nøvnini stóðu seg væl og hava fingið góð skoðsmál, millum annað í ummælinum hjá Rolling Stone UK

(Mynd: Odysseas Chloridis).
Kristian Waag Dam
11. november 2022 kl. 12:00

Fyri einari viku síðan luttóku fimm føroysk tónlistanøvn á íslendska tónleikafestivalinum Iceland Airwaves, ið er ein vælumtóktur vinnu- og tónleikafestivalur, sum førir nógvar tónleikarar fram á pall – kendar sum ókendar.

Føroysku tónlistanøvnini, ið framførdu á festivalinum, vóru Marius DC, Brimheim, Guðrið Hansdóttir, Janus Rasmussen og Kóboykex.

Føroysku nøvnini spældu eina felagskonsert fríggjakvøldið á Iðnó, umframt at tey spældu eina konsert hvør í almennu skránni hjá Iceland Airways annaðhvørt hósdagin ella leygardagin.

Sambært Glenn Larsen, sum er leiðari í føroysku tónleikaútflutningastovuni, Faroe Music Export, stóðu øll tey føroysku tónlistanøvnini seg væl. Harumframt fingu føroysku tónleikararnir fleiri góð ummæli í ymsum miðlum, millum annað í miðlunum Reykjavik Grapevine og Stereogum.

Bretska útgávan av kenda miðlinum Rolling Stone var eisini hjástødd til tónleikafestivalin í Íslandi. Og sambært teirra ummæli av festivalinum, prógvaði bólkurin Kóboykex og ungi rapparin Marius DC, at føroyskur tónleikur er á veg frameftir.

Ummælarin hjá Rolling Stone var sera bilsin av føroyska western/electro bólkinum, sum er mannaður av Sigmund Zachariasen og Heiðrikur á Heygum.

"Day two kicks off with that rarest of things – Western inspired electro-rock from the Faroe Islands. That’s the elevator pitch from Koboykex, who turn out to be an unexpected delight over at Reykjavik’s IÐNÓ Culture House. Recent single ‘Night Out‘ is irresistible, as subtle electro-pop rhythms fight against Morricone-esque whistling and instrumentation".

Sambært ummælinum hjá Rolling Stone, so var ummælarin eisini hugtikin av orkuríku og nærverandi framførsluna hjá Marius DC.

"The final day of Iceland Airwaves 2022 begins at the festival’s main centre, where Faroese rap – that most common of exports – is gunning for the big time. It comes in the form of Marius DC, an energetic eighteen-year-old who is hellbent on proving that his sound transcends the confines of his home island. His impressive stage presence sees him jumping into the crowd to whip up an early evening crowd, while songs such as ‘Gasoline‘ lean into classic West Coast rap. Along with the aforementioned Kóboykex, it’s proof that the Faroese music scene is slowly introducing itself to the world".