Marius framførir í Lille VEGA

Íslendski Axel Flóvent hitar upp

Fríðmundur Nattestad
26. februar 2024 kl. 15:30

Fjórða heildarútgávan hjá Marius Ziska, RÚM, kom út í fjør.

11. apríl verður høvi at hoyra Marius framføra nýggju løgini, tá Marius við bólki traðka á pall í Lille VEGA í Keypmannahavn.

Íslendski Axel Flóvent, sum spælir alternativan indie tónleik, hitar upp.

Til ber at keypa atgongumerki til konsertina her.