Marius konsert í Keypmannahavn í kvøld

Íslendski Axel Flóvent hitar upp

Fríðmundur Nattestad
11. apríl 2024 kl. 14:45

Marius Ziska við bólki eru á konsertferð í hesum mánaðinum. Í kvøld er fjórða konsertin á skránni, tá bólkurin traðkar á pall í Lille Vega konserthøllini í Keypmannahavn. Íslendski Axel Flóvent, sum spælir alternativan indie tónleik, hitar upp.

Dyrnar lata upp klokkan 19, og konsertin byrjar klokkan 20.

Atgongumerki til konsertina kunnu keypast fyri 195 kr. á vega.dk