Marius Ziska á konsertferð

Fyrsta konsertin av sjey verður í Odense hóskvøldið

Mynd: Gwenaël Akira Helmsdal Carré
Fríðmundur Nattestad
2. apríl 2024 kl. 16:30

Marius Ziska við bólki fara á konsertferð í hesum mánaðinum. Ferðin umfatar sjey konsertir, har byrjað verður á Posten í Odense, og endað verður í Sjónleikarhúsinum í Havn.

Skráin fyri konsertferðina er hendan:

04/04: POSTEN ODENSE 
06/04: FERMATEN HERNING 
10/04: TØJHUSET FREDERICIA
11/04: VEGA KØBENHAVN 
12/04: FLENSBORG FLENSBORGHUS
19/04: SJÓNLEIKARHÚSIР
20/04: SJÓNLEIKARHÚSIÐ

Báðar konsertirnar í Sjónleikarhúsinum í Havn eru longu útseldar.