Marjun Niclasen nýggjur leiðari í Filmshúsinum

Filmshúsið, sum skal ganga á odda fyri føroyskari filmsframleiðslu og at menna føroysku filmsvinnuna, hevur sett Marjuna Niclasen í starv sum leiðari

Tíðindaskriv
9. februar 2024 kl. 15:12

Marjun Niclasen hevur seinastu sjey árini verið leiðari fyri Visit Runavík. Hon er útbúgvin Cand. Mag. í fimsvísind og miðlan og hevur í mong ár verið virkin í arbeiðinum við at menna føroyskan film. Hon hevur m.a. sitið í stýrinum fyri Filmshúsið. Hon hevur eisini drúgvar royndir innan mentan, íverksetan og ferðavinnu.

Filmshúsið varð sett á stovn í 2018 við tí endamáli, at menna eina føroyska filmsvinnu. Hesum arbeiði hevur Tina í Dali Wagner, saman við stýrinum, staðið fyri hesi seinastu seks árini. Ein strategisk ætlan er løgd, har filmur í Føroyum skal flyta seg frá at verða eitt ítriv til eina vinnu. Arbeitt hevur miðvíst verið við førleikamenning og at seta Føroyar á heimskortið sum filmsland. Hetta arbeiðið skal Marjun Niclasen nú, saman við stýrinum fyri Filmshúsið, standa á odda fyri. 

”Livandi myndir gerast ein alsamt størri mentanarberi, og her kunnu vit gera nakað munagott, so føroyskt mál og mentan standa sterk hjá komandi ættarliðum. Vit skulu skapa best hóskandi møguleikar fyri filmsumhvørvið. Tað er ein spennandi avbjóðing, sum eg gleði meg til at fara undir”, sigur Marjun Niclasen.

Marjun Niclasen tekur við starvinum 20. mars 2024 og arbeiðsstaðurin verður í Filmshúsinum á Vestaru Bryggju 15, 3. hædd, Tórshavn.