Mark Fabricius Jensen nýggjur málverji í KÍ

KÍ venjarin fegnast um, at tað aftur er kapping um plássið millum stólparnar

Jóannes Hansen
18. februar 2024 kl. 17:22

Tíðindini í norskum fjølmiðlum í gjár vóru, at KÍ hevði keypt málverja frá Start IK, og nú hevur KÍ váttað, at soleiðis liggur landið.

KÍ hevur keypt Mark Fabricius Jensen, sum í fjør var annarmálverji í Start IK í næstbestu norsku deildini.

27 ár gamli málverjin hevur skrivað undir sáttmála við KÍ fyri 2024.

- Við sínum royndum er ætlanin, at Mark fer at styrkja og menna kappingina um plássið millum stólparnar. Vit vita at hann hevur professionella tilgongd til uppgávuna, serligar styrkir og kemur við sínum eldhuga at rigga væl inn í støðugu menningina, sum skal flyta liðið enn longri fram á í hesum kappingarárinum, sigur høvuðsvenjarin Haakon Lunov við KÍ heimasíðuna.

Í Danmark spældi Mark Fabricius Jensen ungdómsfótbólt. Í januar 2019 flutti hann úr AB í Gladsaxe og til Florø SK í Norra, og síðani hevur hann eisini spælt við Åsane og Start IK.

Hann hevur spælt 44 dystir í OBOS liguni, sum er næstbesta deildin í Norra.

Mark Fabricius Jensen fer at kappast við Ara í Haraldstovu Petersen um at verja KÍ málið. Í fjør vóru Markus Olsen Pettersen og Niels Jonatan Johansson málverjar í Klaksvík, men teir eru báðir fluttir aftur til Norra.