Mathias Voss til HB

22 ára gamli danin hevur umboðað 07 Vestur seinastu tvey kappingarárini

Mynd: Havnar Bóltfelag
Fríðmundur Nattestad
19. februar 2024 kl. 15:08

HB hevur kunngjørt á Facebook í dag, at felagið hevur gjørt sáttmála við 22 ára gamla verjuleikaran, Mathias Voss.

Mathias hevur umboðað 07 Vestur seinastu tvey kappingarárini, har hann hevur spælt tilsamans 53 dystir. 47 í landskappingini og seks í steypakappingini.

Umframt Mathias Voss, hevur HB fingið tilgongd av hesum fimm leikarunum, til komandi kappingarár:

  • Magnus Holm Jacobsen

  • Mohamed Samba

  • Rasmus Nilsson

  • Emmanuel Duah

  • Elias Rusborg