Tríggjar ferðir nú á páskum hava útlendsk ferðafólk ringt á alarmsentralin hjá løgregluna við neyðarrópum tí tey høvdu komið sær í óføri í fjøllunum.
Langa fríggjadag hevði eitt par leigað sær bil tí tey ætlaðu sær á Slættaratind. tey komu eisini niðan ímóti skarinum, men tað var so nógvur kavi, at tey koyrdu seg føst.
Tey ringdu at biðja um hjálp, men tað var ongantíð vandi á ferð, tí tey sótu heitt og gott í bilinum. Løgreglan sigur, at fólk fóru teimum toil hjálpar og tey fingu grivið bilin leysan aftur.
Leygardagin var eitt útlendskt par farin til Tjørnuvíkar tí tey ætlaðu sær at ganga eftir fjøllunum til Saksunar. Men so seig mjørkin saman um og tey viltust, og máttu ringja á alarmssentralin eftir hjálp.
Bjargingarlið fekk boðini, men áðrenn tey lukkaðust í fjøllini, lætti mjørkin aftur, so ferðafólkini ringdu at avlýsa leitingina. tey vendu so aftur til Tjørnuvíkar og avlýstu ferðina til Saksunar.
Og aftur í gjár, páskadag, gekk eitt par seg fast í fjøllunum oman fyri Árnafjørð. Tey høvdu gingið seg føst og sluppu hvørki aftur ella fram. Løgreglan sigur at bjargingarliðið fór at leita við dronu, men til fánýtist.
Men tað var kortini so heppið, at stðkent fólk gekk seg fram á tey. Løgreglan sigur, at sum støðan var, mettu tey, at tryggasta loysnin var at senda tyrluna eftir teimun. Veðrið var gott, men tey høvdu, hóast alt, verið nakrar tímar í fjøllunum, so tey vórðu flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar.
Men løgreglan sigur, at eftir tí, tey hava fingið at vita, høvdu fólkini tað gott eftir umstøðunum.