Max Højgaard fer frá fyri aldur

Fríggjadagin 5. apríl var fráfaringarhald fyri Max Højgaard, ið nú gevst hjá J&K Petersen 74 ára gamal

Ragnar Sjúrðarson
7. apríl 2024 kl. 20:30

Max Højgaard hevur havt sín seinasta arbeiðsdag hjá J&K Petersen.

Tað skrivar fyritøkan á Facebook vanga sínum:

"Max hevur arbeitt sum borari hjá J&K Petersen seinastu gott 10 árini, men hevur koyrt borivogn í ein mansaldur, og er nokk tann, ið hevur borað mest í Føroyum. Tað munna verða fá støð, har Max ikki hevur borað, og hevur hann tí havt stóra vitan um, hvussu grótið er kring landið, sum mangan er komið okkum væl við.

Hóast Max hevur eitt stilt og róligt lyndi, hevur ikki skortað í hjá honum at bora í brattasta lendinum, og fann hann altíð eina loysn til eina og hvørja torføra uppgávu.

Tað er við sorgblídni at vit takka Max Højgaard fyri drúgva tænastu, og ynskja honum alt tað besta framyvir."

Myndir: J&K Petersen.