Mbappé er liðugur í PSG

Álítandi keldur siga, at franskmaðurin hevur boðað felagnum frá, at hann ikki ynskir at halda fram

Fríðmundur Nattestad
16. februar 2024 kl. 15:00

Kendi fótbóltsjournalisturin, Fabrizio Romano, fortelur nú, at Kylian Mbappé skal hava boðað leiðsluni í Paris Saint-Germain frá, at hann ikki ynskir at halda fram í felagnum. Sáttmálin millum partarnar gongur út eftir hetta kappingarári.

Tískil verður spennandi at fylgja við, hvar franski heimsmeistarin skal spæla komandi kappingarár. Mbappé hevur ofta verið settur í samband við Real Madrid, og tað tykist eisini mest sannlíkt, at hann endar í spanska høvuðsstaðarfelagnum.

25 ára gamli Mbappé hevur spælt í PSG síðani 2017, og hevur skotið heili 243 mál í 290 dystum. Hann hevur vunnið HM við Fraklandi, umframt eina røð av steypum við PSG. Hann hevur tó enn til góðar at vinna glæsiliga Champions League steypið.