Mbappé stevnir kebabbseljara

Fronsku fótbóltsstjørnuni dámar onki, at navn sítt verður brúkt á einum kebabb matarlepa

Fríðmundur Nattestad
14. mars 2024 kl. 12:00

Mohamed Henni, sum er ávirkari á sosialu miðlunum, og eigur kebabb matstovu í franska býnum Marseille, er stevndur av fronsku heimsstjørnuni Kylian Mbappé.

Orsøkin er tann, at Henni hevur brúkt navnið hjá Mbappé, í lýsingini av einum av rættunum, á matarlepanum í matstovu sínari. ESPN skrivar, at rætturin Hennis Klüb, verður lýstur sum "eitt runt breyð, eins runt og skølturin á Mbappé".

Franski kebabbseljarin hevur móttikið eitt bræv frá sakføraranum hjá Mbappé, Delphine Verheyden, sum biðjur hann fjerna navnið hjá franska landsliðsleikaranum av matarlepanum. Um hetta ikki verður gjørt innan átta dagar, kann hann vænta at enda í einari rættarsak, fyri at brúka navnið hjá Mbappé, uttan samtykki, til handilslig endamál.

Henni, sum týðiliga er skelkaður av stevningini, hevur umvegis sín Instagram vanga, sum hevur 1,8 milliónir fylgjarar, sent Mbappé eina heilsan: - Skammar tú teg ikki? Hevur tú ikki annað at gera? At stevna meg fyri nakað so láturligt. Tað er ótrúligt. Eg fái meg ikki til at trúgva tí!

Á Instagram hevur Mohamed Henni eisini lagt eina mynd út, av løgfrøðiliga brævinum, við yvirskriftini "Mbappé stevnir meg", og leggur síðani afturat: - Eg helt ikki, at ein leikari á hesum støðinum, hevði tíð til at hugsa um meg. Hann hevur brúkt tíð og pengar til at leypa á meg. Eg skaði ikki nakran, eg bara skemti."