Megd fyllir 40 ár

Dagurin verður hátíðarhildin í Norðurlandahúsinum við millum annað framløgu av bók við 24 persónssøgum hjá fólkum, ið hava funnið leiðina til góða lívið hóast óynskt brek

Steinar Patursson
22. oktober 2021 kl. 11:59

Í dag, fríggjadagin 22. oktober, verður Norðurlandahúsið karmur um eitt stórt tiltak, tá 40 ára stovningardagurin hjá Megd verður hildið.

Dagurin byrjar nú klokkan 12.00, og tað verða limir í teimum ymsu limafeløgunum í Megd, ið standa í hurðini og taka ímóti gestunum.

Og at síggja til verður nokk at gera hjá móttøkufólkunum, tí Megd hevur roknað við millum 200 og 300 vitjandi fríggjadagin.

- Vit hava havt opið fyri tilmelding á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum, og tað sær út til, at tað verður heilt trivaligt við gestum, sigur Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD.

Megd hevur ikki einstakar limir, men limafeløgini í Megd hava sínar egnu limir, og Tóra við Keldu roknar við, at nógvir av teimum limunum og teirra avvarandi leggja sær leiðina fram við Norðurlandahúsinum fríggjadagin.

- Og so vóna vit eisini, at nakrir politikkarar fara at møta upp, sigur Tóra við Keldu.

Framløga og hugleiðingar um hugburð til brekøkið

Tey 24 limafeløgini hava hvørt sítt kunningarborð um virksemið í forhøllini, har tað ber til at seta seg inn í viðurskiftini hjá teimum einstøku limafeløgunum, áðrenn farið verðir inn í høllina kl. 13.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, setir dagin, og síðan verður framløga um søguna hjá Megd, hvat er hent seinastu tíðina, og hvat stendur fyri framman hjá felagnum, og hvørji ynski felagið hevur. Tað er Jónvør Christiansen, aðalskrivari í Megd, ið leggur fram.

Síðan verður farið út aftur í forhøllina til kaffi og prát, har luttakararnir kanska fáa høvi at vitja kunningarborð, ið teir ikki náddu, tá teir komu.

Aftaná kaffi hevur Anne Mette Greve Klemensen, prestur, upplegg um hugburð til brek og samfelagið.

- Til samfelagið sum vit ynskja er meira fevnandi, enn vit onkuntíð uppliva tað. Tað er eitt av okkara aðalmálum: at gera samfelagið meira fevnandi, sigur Tóra við Keldu. 

24 persónssøgur í bók

Næst á skránni verður framløga av bókini Vit liva og virka, sum er ein bók við 24 persónligum søgum við einum úr hvørjum limafelag.

- Tað eru vit øgiliga spent til. Vit hava arbeitt við hesari bókini í nakrar mánaðir, og vit eru øgiliga takksom fyri tey 24, sum eru við í bókini, og sum geva innlit í teirra gerandisdag. Tað er ein glotti í lívið hjá teimum sum persónum, og eisini tað at fáa eina avbjóðing at liva við; hvussu tú kanst fáa eitt gott lív, hóast tú hevur fingið eina óynskta avbjóðing, sigur Tóra við Keldu.

Tað er Snorri Brend, ið hevur skrivað, og Jens Kristian Vang hevur tikið myndir til bókina.

Nógv at gera fyri framman

Tað er bæði nógv at líta afturá og framá, nú Megd heldur 40 ára føðingardag, sigur Tóra við Keldu.

- Tey stóru tøkini, ið eru framd, eru í øllum førum, at ST sáttmálin um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, varð viðurkendur av løgtinginum í 2009. Tað var eitt ordiligt frambrot, og tað er ramman um alt, sum vit gera.

- Síðani er tað eisini skuggafrágreiðingin, ið ger greitt, hvat framvegis ikki er nøktandi sambært ST sáttmálanum, og síðani evnislistin, sum varð gjørdur í 2019, sum var eitt framhald av skuggafrágreiðingini, sigur Tóra við Keldu.

Hinvegin, frameftir, er at skipa fyri, at Føroyar fáa talsfólk á brekøkinum, ger Tóra við Keldu greitt.

- Í sambandi við grein 33 í ST sáttmálanum skulu Føroyar hava eitt óheft eftirlit við sáttmálanum, og har hevur Megd lagt upp til, at tað verður eitt talsfólk á brekøkinum.

- Síðani skulu vit fáa samskipandi eindina at virka, tað vil siga ein samskipandi eind, ið skal virka tvørtur um aðalráðini, soleiðis at øll aðalráðini samstarva á brekøkinum, sigur Tóra við Keldu.

Tann samskipandi eindin er til, men ikki virkin. Tað er kortini ynskið hjá Megd, at tann eindin kemur upp at koyra sum skjótast.

Men fyrst skal hátíðardagurin avgreiðast.

- Tað, sum vit ynskja við degnum, er at varpa ljós á brekøkið upp á ein hátt, soleiðis at samfelagið gerst meira fevnandi. Tað er okkara aðalmál, sigur Tóra við Keldu, forkvinna í Megd.