Meginparturin av elorkuni í mars var burðardyggur

Soleiðis boðar SEV frá í tíðindaskrivi.

Rúni Korsgaard
25. apríl 2024 kl. 12:52

75 % av elorkuni í meginøkinum stavaði í mars mánaða frá annaðhvørt frá vatn- ella vindorku. Hetta er 29 % hægri enn í mars í fjør.

SEV greiðir frá, at býtið av orkukeldunum í meginøkinum var 41 % vindur, áleið 32 % vatn, 25 % olja og 2 % biogass, sólorka og sjóvarfall.

Eisini verður víst á, at størsta framstigið er orkuframleiðslan frá vatni, ið er 91,3 % hægri í mars í ár. Vatnorkan henda mánaðin í ár var góðar 13 GWt. Hægri hitin í ár hevur havt eina stóra ávirkan á hetta, har sloppið er undan frostbinding.

Vindorkan royndist eisini betri í mars í ár við heili 54 %.

Í Suðuroy var mars mánaður eisini frægari í ár. SEV greiðir frá, at eftirspuringurin í Suðuroy fall við hálvum øðrum prosenti, meðan grøna elorkuframleiðslan øktist góð 18 %. Vatnorkan royndist ikki líka væl, meðan framleiðslan úr vindi øktist.

Orkubýtið í Suðuroy í mars í ár var 65 % vindur, smá 23 % olja, 12 % vatn og 0,5 % sól.