Meirlutin mælir til hægri kringvarpsgjald

Smærri virkir og stovnar sleppa tó 500 krónur bíligari

Árni Gregersen
22. mars 2024 kl. 20:52

Kringvarp Føroya var komið í eina tronga fíggjarstøðu og valdi at siga nøkrum fólki úr starvi móti ársenda í fjør.

Hetta fekk politisku skipanina at rakna við og landsstýriskvinnan við mentamálum, Sirið Stenberg, Tjóðveldi, legði eitt uppskot fram um at hækka kringvarpsgjaldið og frameftir gera eina javning av gjaldinum hvørt ár.

Mentanarnevndin hevur viðgjørt málið og ein meirluti í nevndini, sum er samgonguumboðini, mælir til at hækka gjaldið heldur meira enn landsstýriskvinnan skeyt upp fyri at dekka hallið hjá Kringvarpinum.

Meirlutin mælir til at gjaldið fyri likamligar persónar hækkar uppí 170 krónur um mánaðin og fyri pensjonistar 70 krónur um mánaðin.

Tikið verður eisini undir við at smærri virkir sleppa 500 krónur bíligari um mánaðin.

Magnus Rasmusen, Sambandsflokkurin, sum er annar minilutin, mælir til at gjaldið verður sum tað er, men so javna hvørt ár við tveimum prosentum um árið.

Hin minnilutin, Bárður á Lakjuni, Fólkaflokkurin, mælir eisini frá at hækka gjaldið úr teimum 150 krónum um mánaðin og teimum 50 krónum pensjonistar gjalda. Hinvegin tekur hann undir við eini árligari javning uppá tvey prosent og at gjaldið hjá minni virkjum lækkar 500 krónur.