Meistararnir hava nógv at hugsa um

Víkingur vann trivaligan sigur, tá ið KÍ í kvøld var á vitjan í Sarpugerði

Jóannes Hansen
21. februar 2024 kl. 21:38

Tað verður av álvara talt niður til fyrsta umfar í landskappingini. VFF kappingin er av. Hana vann Víkingur, og í kvøld hevði Víkingur vitjan av KÍ, sum ikki luttók í VFF kappingini. Tað komst av, at KÍ var á venjingarligu suðuri í Portugal.

Víkingur vann í kvøld 4-1 ímóti trífalda meistaraliðnum. Víkingur hevur higartil vunnið allar venjingardystirnar, og eftir trivaliga sigurin ímóti KÍ í kvøld eigur Víkingur av álvara at verða roknað at verða roknað at vera avbjóðari í FM stríðnum.

Líkindini vóru í løtum góð og aðrar løtur argaðu frekir ælingar. Hjá Víkingi var einki at síggja til Sølva Vatnhamar, Andreas Lava Olsen og Olaf Bárðarson. Teir eru skaddir, og Finnur Justinussen er staddur í Danmark.

Hjá KÍ vóru Odmar Færø og Deni Pavlovic ikki við, tí teir eru skaðadarvaðir. Heldur ikki nýggja danska málverjan var nakað at síggja til.

Undan steðginum var tað javnt. Páll A. Klettskarð legði KÍ á odda eftir uppspæl í høgru og innlegg, og løtu seinni javnaði Ingi Jonhardsson úr heilt spískum, tá ið KÍ málverjin tóktist vera eitt sindur feilplaseraður.

Tá ið Víkingur økti um munin í seinna hálvleiki til 2-1 og 3-1 sá avrikið hjá KÍ málverjanum ikki so sannførandi út. Poul Kallsberg skoraði til 2-1 og innskifti Rani Hansen, sum í fjør spældi við EB/Streymi, økti um munin til 3-1, áðrenn Ingi Jonhardsson varð tvímálaskjútti.

Klaksvíkingar høvdu møguleikar í seinna hálvleiki, uttan at tað eydnaðist teimum at fáa bóltin framvið Bárði á Reynatrøð.

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ari Olsen, Atli Gregersen, Arnbjørn Svensson, Ingi Jonhardsson – Aron Jarnskor Ellingsgaard, Geza Turi, Árni Nóa Gregersen – Jákup Johansen, Jørgen Nielsen, Poul Kallsberg

KÍ: Ari í Haraldstovu Petersen – Jóannes Kalsø Danielsen, Símun Kalsø, Heini Vatnsdal, Patrick da Silva – René Shaki Joensen Jákup Biskopsstø Andreasen, Dan í Soylu – Árni Frederiksberg, Páll Andrasson Klettskarð, Mads Bo Mikkelsen