Meldaðu bilførara fyri at koyra við kenning

Løgreglan sigur, at hann var sjónliga ávirkaður

Áki Bertholdsen
29. august 2023 kl. 07:56

Seinnapartin í gjár ringdu fólk til løgregluna at siga frá, at ein bilur koyrdi eftir Grønlandsvegnum, men at tey høvdu illgruna um, at bilførarin var ávirkaður.

Løgreglan sendu fólk á staðið og tað vísti seg eisini, at hann var sjónliga ávirkaður av rúsdrekka. Sostatt er hann skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring og blóðroynd er tikin av honum

1