Meldaðu bilførara fyri ófantaliga koyring

Fráboðarin hevði grein í sínum máli

Áki Bertholdsen
17. juni 2024 kl. 07:38

Hetta seinasta samdøgurið hevur verið avbera friðarligt hjá løgregluni.

Men seinnapartin á gjár varð ringt til løgregluna, at melda ein bilførari. Tann, sum meldaði, segði, at koyringarlagið var so ófantaligt og óstøðugt, at tey høvdu illgruna um, at bilførarin hevði kenning.

Hann hevði enntá borið við ein annan bil á vegnum.

Løgreglan fór at kann málið og tað vísti seg, at fráboðarin hevði grein í sínum máli, tí bilførarin hevði kenning.

Hann varð tikin og skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring og blóðroynd varð tikin av honum.