Mentanargrunnur Landsins letur starvsløn til 43 umsøkjarar

Rógvi á Rógvu, tónleikari, fær starvsløn í 12 mánaðir

Fríðmundur Nattestad
13. februar 2024 kl. 13:18

Nevndin í Mentanargrunni Landsins hevur gjørt av at lata starvsløn og íverksetanarstuðul til listaligt og mentanarligt arbeiði fyri 2024.

Starvsløn varð latin

Rógva á Rógvu, tónleikara í 12 mánaðir,
Duritu Dahl Andreasen, sjónleikara í 6 mánaðir

Harumframt fingu 41 umsøkjarar starvsløn í ávíkavíst 1, 2 og 3 mánaðir.

Nevndin hevur viðgjørt umsóknirnar eftir ásetingunum í Kunngerð nr. 109 frá 21. september 2000 um Mentanargrunn Landsins, ið hevur til endamáls at geva listafólkum og øðrum, ið takast við mentanarligt virksemi arbeiðsnáðir í eitt ávíst tíðarskeið at starvast burturav við listarligum ella øðrum mentanarligum arbeiði.

Starvsløn verður latin umsøkjara við støði í verkevni ella verkætlan, sum lýkur krøvini í Løgtingslóg nr. 84 frá 17. mai 2000 um Mentanargrunn Landsins, og sum eftir nevndarinnar meting er av listarligum ella fakligum dygdareyðkennum.

Grunnurin fekk í alt 102 umsóknir, og søkt varð um starvsløn fyri slakar 43 milliónir krónur. Av hesum vóru 43 umsóknir játtaðar. Latnar vóru 96 mánaðarlønir tilsamans fyri góðar 3,1 milliónir

Endamálið við íverksetanarstuðlinum er at stuðla einstaka skapandi yrkislistafólkinum, serliga ungum listafólki. Íverksetanarstuðulin skal lætta um hjá evnaríkum listafólkum at koma víðari við teirra skapandi listararbeiði. Stuðulin verður latin eftir nevndarinnar meting av listarligum dygdareyðkennum.

Umsøkjararnir til íverksetanarstuðul vóru 15 í tali, og nevndi gjørdi av at lata hesum 4 íverksetanarstuðul fyri í alt 600.000 krónur:

Jákupi Dahl (palllist)
Franklin Symphor Henriksen (filmslist)
Heina Ragnarsson (tónlist)
Helgu Djurhuus (myndlist)

Her síggjast øll, sum hava fingið starvsløn fyri 2024: