Mentanarstuðul á mentanarøkinum hjá Tórshavnar kommunu

Nú ber til at søkja stuðul úr Minnisgrunni Sonnu av Skarði. Eisini ber til at søkja Sanglegatið til minnis um Sonnu Dahl Waagstein

Sigurjón Einarsson
9. mai 2022 kl. 18:30

Tórshavnar kommuna minnir á møguleikar at søkja um stuðul á mentanarøkinum hjá kommununi, har freistin at søkja sanglegat og stuðul úr minnisgrunnunum er 7. juni 2022.

Endamálið við Minnisgrunni Sonnu av Skarði er at menna og lívga føroyskt handarbeiði og føroyska handarbeiðsmentan umframt at veita fólki, sum fáa sær handarbeiðsútbúgving í tóvirki (tekstil), fíggjarligan stuðul. Á hvørjum ári kunnu 20.000 krónur latast í stuðli.

Tórshavnar kommuna stovnaði minnisgrunnin á hundrað ára føðingardegi Sonnu av Skarði 19. apríl 1976.

Sanglegatið til Minnis um Sonnu Dahl Waagstein letur stuðul til sangarar, sum hava víst serstakar gávur, og sum ætla at útbúgva seg víðari í solosangi. Stuðulsupphæddin er 20.000 kr. um árið, ið verða lutaðar út, um kommunan fær úmsóknir, sum lúka krøvini.

Umsóknarfreistin er í báðum førum 7. juni 2022.

Til ber at lesa meira um stuðulsmøguleikarnar á síðuni hjá Tórshavnar kommunu um mentanarstuðul, sum tú finnur her.