MEST gjørt sáttmála um tvær tvíkiljur til Hiddenfjord

MEST undirskrivaði í gjár sáttmála um at byggja tvær tvíkiljur til alifyritøkuna Hiddenfjord í Vágum. Alt arbeiðið verður gjørt í Føroyum – eisini skrokkurin

Sigurjón Einarsson
23. november 2022 kl. 10:08

MEST skal byggja tvær tvíkiljur til Hiddenfjord.

Tvíkiljurnar, sum verða nýbygningur 116 og 117 hjá MEST, eru báðar 16 metrar langar og átta metrar breiðar. Tann fyrra verður latin Hiddenfjord um eitt ár – í november 2023 og hin seinna fýra mánaðir seinni, í mars 2024.

Tað skrivar MEST í tíðindaskrivi.

- Eftir at hava latið havrannsóknarskipið Jákup Sverra í 2020 og fimm tvíkiljur seinastu árini, eru vit sera fegin um at fáa møguleikan at byggja tvær tvíkiljur fyri Hiddenfjord komandi mánaðirnar. Hetta er sera umráðandi fyri føroyskt handverk, og er við til at styrkja um okkara førleikar innan økið, sigur Mouritz Mohr, stjóri á MEST.

Báðar tvíkiljurnar verða útgjørdar við tveimum MELCAL kranum, har tann eini er FL80T og hin FL23T. Tvíkiljurnar verða veittar við 500 HK motori við “Tier 3” útlátsklassa, hjálpimotori 250 kVA  og 20 tons deksspølum. Tvíkiljurnar verða útgjørdar við messu, WC, arbeiðs-/klædnarúmi og allari vanligar nautiskari útgerð.