Meta ger ein kappingarneyta til Twitter

Meta, sum eigur Facebook og Instagram, hevur ein kappingarneyta til Twitter á gáttini

Ragnar Sjúrðarson
4. juli 2023 kl. 12:52

Nýggi pallurin hjá meta fer at eita Threads og væntast at verða almannakunngjørdur hósdagin.

Tað skrivar Reuters.

Threads fer sambært Reuters at gera tað møguligt fyri brúkarar at fylgja teimum brúkarunum, sum ein eisini fylgir á Instagram.

Kunngerðin kemur eftir at Twitter hevur fráboðað eina røð av avmarkingum fyri teirra brúkarar.

Millum annað hevur eigarin av Twitter, Elon Musk, sett eitt avmarkað tal á hvussu nógv uppsløg ein brúkari kann lesa á miðlinum.

Harafturat kann ein brúkari einans nýta TweetDeck, um brúkarin rindar fyri at hava eina váttaða kontu. TweetDeck er amboðið hjá Twitter, har man kann fáa eitt yvirlit yvir tíðindastreymin frá fleiri Twitter brúkarum samstundis.

Elon Musk keypti Twitter í fjør fyri 44 milliardir.