Metið er ikki so langt burtur

U21 landsliðið: Eyðun og hansara menn eru svangir, nú teir fyrireika seg til í næstu viku at fara suður til Grikkalands

Jóannes Hansen
6. november 2023 kl. 22:40

Støðutalvan sigur, at føroyska U21 landsliðið í fótbólti hevur vunnið sjey stig, nú fýra dystir í hesi EM undankappingini eru spældir. Føroyar hava spælt javnt, 2-2, á heimavølli ímóti Andorra, so vunnu Føroyar 3-2 á útivølli ímóti Hvítarusslandi, so fór Kroatia úr Føroyum við 4-2 sigri, og fyri trimum vikum síðani vunnu Føroyar 1-0 í Andorra.

Nú fýra av tíggju dystum eru spældir, er føroyska úrtøkan sjey stig. Metið er 11 stig, sum Føroyar vunnu í undankappingini til EM í 2011.

Tað er langt frá sjey stigum og upp til metið, men eingin ivi er um, at føroyska liðið ætlar sær at vinna fleiri enn tey sjey stigini, sum longu eru komin í posan.

-Nú vit fara til Grikkalands, halda vit okkum hava møguleika at vinna stig. Avrikini higartil hava verið góð, og vit hava staðið okkum væl á útivølli. Vit vóru vónsviknir eftir javnleikin á heimavølli í fyrsta umfari ímóti Andorra, men tað er farið, og vit eru spentir, nú vit fyrireika okkum at fara til Grikkalands. Spælararnir eru væl fyri, og teir eru svangir eftir at spæla, nú bæði landskappingin og steypakappingin eru av, sigur Eyðun Klakstein, sum staðfestir, at higartil hava Føroyar vunnið sjey stig, ið er sama stigatal, sum Kroatia hevur.

Umframt dystin í Grikkalandi í næstu viku so bíða tað í 2023 fimm EM undankappingardystir – tveir á útivølli og tríggir á heimavølli. Teir á útivølli vera 20. mars í Portugal og 4. september í Kroatia. Næsta heyst vera tríggir heimadystir, sum allir verða spældir í Klaksvík – 9. september ímóti Grikkalandi, 10. oktober ímóti Portugal og 14. oktober ímóti Hvítarusslandi.

U21 landsliðsferðalagið fer mánadagin av landinum og við kós ímóti Grikkalandi.