Metnógv fólk koppsett í gjár

Í alt vórðu 1.353 føroyingar koppsettir, og 1103 av hesum koppsetingunum vóru gjørdar á Eirargarði

Katrin Joensen-Næs
9. mai 2021 kl. 16:18

Í gjár vóru metnógvir føroyingar koppsettir fyri Covid-19.

1.208 fólk fingu fyrra prik og 145 fingu tað seinna.

Nú eru tilsamans 22.715 koppsetingar gjørdar í Føroyum. 16.109 fólk hava fingið fyrra prikið, og 6.606 hava fingið tað seinna og eru liðugt koppsett. Hetta merkir, at næstan triði hvør føroyingur hevur fingið í minsta lagið eitt prik.

Koppsett verður aftur í dag, og tað verður hildið fram, so leingi koppingarevni er tøkt.