Mia skal til HM í Turkalandi

13-ára gamla Mia Højgaard úr Havnar Fimleikafelag skal við danska junior-landsliðnum til heimsmeistarakapping í Turkalandi

Sigurjón Einarsson
2. mars 2023 kl. 13:40

Hesi seinastu árini hava fleiri føroyskir fimleikarar av álvara gjørt vart við seg. Og nú er greitt, at 13 ára gamla Mia Højgaard úr Havnar Fimleikafelag, verður við á danska junior landsliðnum, sum nú fer til heimsmeistarakappingina, sum hesa ferð verður í Turkalandi.

Tað sigur Havnar Fimleikafelag í tíðindaskrivi í dag.

Venjari hjá Miu er Camelia Mihaela Mindricel, sum hevur verið høvuðsvenjari hjá amboðsliðnum í Havnar Fimleikafelag hesi seinastu fýra árini.

HM fyri juniorar verður í Antalya í Turkalandi í døgunum frá 29. mars til 2. apríl 2023, skrivar Havnar Fimleikafelag.