Microsoft ávarar ímóti teldusníkum

Russiskir teldusníkar hava gjørt fleiri álop á amerikanska tøknirisan

Mynd: AP Photo/Michel Euler
Fríðmundur Nattestad
12. mars 2024 kl. 15:30

Fyrr í ár varð amerikanski tøknirisin, Microsoft, álopin av einum bólki av russiskum teldusníkum, ið kalla seg Midnight Blizzard. Tá varð sagt úr Microsoft, at talan var um eitt lítið álop.

Nú vísur tað seg tó, at hóast álopið fyrr í ár ikki var so stórt, so hevur tað gjørt tað, at Microsoft nú hevur tortført við at verja seg ímóti fleiri álopum.

Sambært Fox Business hevur Microsoft nemliga boðað frá, at teldusníkarnir hava nýtt dátu, sum teir fingu fatur á undir fyrsta álopinum, til at fremja enn fleiri álop.

- Seinastu vikurnar hava vit sæð fleiri dømi um, at Midnight Blizzard hava nýtt upplýsingar, sum upprunaliga eru stolnir úr okkara teldupostskipan, til at fáa, ella at royna at fáa, meira atgongd, sum ikki er góðkend, verður sagt úr Microsoft.

Microsoft skrivar eisini, at heilt ítøkiliga snýr tað seg um atgongd til goymslur við keldukotu og innanhýsis skipanir.

Fyrsta álopið, sum var framt í januar mánað í ár, hevur tí nú víst seg at vera meira umfatandi, enn man upprunaliga helt tað vera.