Miðflokkurin ynskir at seta pornopass í gildi

Á løgtingsfundinum í dag leggur Miðflokkurin uppskot fyri Løgtingið um at kanna møguleikarnar fyri tekniskum loysnum, ið verja børnini ímóti porno og øðrum ágangi á internetinum og at gera ein almennan politikk um, hvussu foreldur verja síni børn á bestan hátt og leggja fram neyðug lógaruppskot í hesum sambandi

Sigurjón Einarsson
16. mars 2023 kl. 15:37

Tingfundur byrjaði klokkan 13 í dag. Fimm viðgerðir umframt framløga eru á skránni í dag.

Millum annað Miðflokkurin hevur eitt uppskot til samtyktar um at verja børnini ímóti porno og øðrum ágangi á internetinum.

Uppskotið snýr seg um at kanna møguleikarnar fyri tekniskum loysnum, ið verja børnini ímóti porno og øðrum ágangi á internetinum og at gera ein almennan politikk um, hvussu foreldur verja síni børn á bestan hátt og leggja fram neyðug lógaruppskot í hesum sambandi.

Flokkurin vísir á, at eitt nú Bretland, Týskland og Frakland eru nøkur av londunum, ið arbeiða við at setur filtur á pornoheimasíður.

– Í dag er tað alt ov lætt hjá børnum at sleppa inn á pornosíður, tí tað einasta sum krevst, er at barnið trýstir á “ja eg eri 18+ ár” fyri at sleppa inn. Fransmenn arbeiða til dømis við at teirra borgarar nú skulu vátta við onkrum formi av ID, at tey eru 18 ár ella eldri, fyri at fáa atgongd til pornografiskt tilfar. Summi hava longu doypt hesa loysnina “pornopass”, skrivar Miðflokkurin í uppskotinum.

Børn og ung mugu verjast
Miðflokkurin vísir á, at børn og ung verða útsett fyri porno og øðrum ágangi á internetinum, og tí ynskir flokkurin at verja tey.

Sambært altjóða hagtølum, so eru fólk sera ung, tá tey møta porno fyri fyrstu ferð.

– Tað er vanligt, at børn koma fram á porno í aldrinum 8-12 ár. Meirilutin av 13-ára gomlum hava sæð porno. Í minsta lagi ein út av trimum pornofilmum inniheldur harðskap. Og hóast porno er sera veruleikafjart, so heldur ein av fýra ungdómum, at porno er besta keldan til at læra um sex, vísir flokkurin á.

– Onnur tøl vísa eisini, at tað serliga eru ungir menn, sum hyggja at porno. Samstundis sæst eisini,at porno er ein vaksandi trupulleiki millum kvinnur. Porno er ikki bara ein trupulleiki millum ungar menn, men allar samfelagsbólkar og bæði kynini. 

Miðflokkurin heldur, at tað er fyrst og fremst foreldur, ið hava ábyrgd av sínum børnum. Tey eiga tí at verja børnini ímóti porno við at avmarka atgongdina til internetið á ein ella annan hátt – møguliga við einum pornopassið.