Miðvallari hevur skrivað undir við B36

Jógvan Gullfoss heldur fram í barndómsfelagnum

Jóannes Hansen
29. november 2023 kl. 21:51

19 ára gamli Jógvan Gullfoss er ein av okkara, ið hevur spælt øll síni barna- og ungdómsár í B36.
Í fyrru hálvu av 2023 var Jógvan illa skaddur, men hann kom sterkt aftur í seinnu hálvu, og vann eisini okkara einasta steypagull í ár saman við U21.

Jógvan spældi sín fyrsta dyst í Betri deildini í 2022, hevur síðani lagt 7 afturat, umframt ein dyst í evropeiska ævintýrinum.
Jógvan er ein rennisterkur miðvallari, sum rennur nógvar metrar, og arbeiðir hart bæði frameftir og aftureftir.
Vónandi koma vit at síggja nógv til Jógvan komandi kappingarár, skrivar B36 í kvøld.