Mikkjal finst at dómarunum

Eftir 3-0 sigurin ímóti Lillestrøm á útivølli í gjárkvøldið vóru bæði føroyski venjarin og ítróttarstjórin opinskáraðir um, hvat teir hildu um dómararnar

Jonhard Hammer
21. mai 2024 kl. 16:07

Í dag hevur tað verið viðgjørt í norska fótbóltssambandinum, um føroyski venjarin hjá Fredrikstad skal hava átalu ella kanska sekt, tí hann í gjárkvøldið segði sína hjartans meining um dómararnar og teirra viðurskifti við Fredrikstad.

Mikkjal Thomassen og felagið hjá Brandi Hendriksson Olsen og Jóannes Bjartalíð hevur av álvara gjørt um seg í nýggja kappingarárinum, eftir at tað síðsta heyst eydnaðist at flyta upp í bestu deildini.

Í gjárkvøldið vann Fredriksstad 3-0 á útivølli ímóti stórfelagnum Lillestrøm, og góða gongdin higartil í ár ber við sær, at Fredrikstad nú er tvey stig frá Bodø/Glimt og oddasessinum, og tað er alt meiri fokus á felagnum og eisini venjaranum og spælarunum.

Tað vakti ans, tá ið Mikkjal Thomassen eftir 3-0 sigurin í gjárkvøldið segði við norsku miðlarnar, at hann er ikki nøgdur við mátan, sum dómararnir fara við Frederikstad, og ítróttarstjórin Joacim Heier tekur undir við venjaranum:

-Eg haldi, at tað er heilt týðuligt, at dómararnir eru úti eftir okkum frá fyrsta bríksli. Eg havi ikki viljað tosað um tað, men nú haldi eg, at tað er neyðugt at siga frá, segði Mikkjal Thomassen í gjárkvøldið við lokala blaðið í Fredriksstad, og við TV2 segði Mikkjal Thomassen, at hann í hesum kappingarárinum heldur seg hava sæð dómaradagsskrá, sum avgjørt ikki hevur verið Fredriksstad til fyrimunar.

Útsøgnin hjá føroyska venjaranum hevur sambært VG havt við sær, at ábyrgdarmaðurin fyri dómarunum og dømingini í norska fótbóltssambandinum hevur vent sær til ítróttarstjóan í felagnum, og tað sigur Joacim Heier seg fegnast um.

-Hetta vísir, at dómarasjefurin tekur okkum í álvara. Vit hava ikki brúkt nógva orku upp á hetta, men nú hildu vit, at tað var rætt at siga frá.

-Eg kenni Mikkjal. Tað er sjáldan, at hann tekur til orðanna, men nú helt hann, at tað var neyðugt at siga frá, tí her var reyður tráður í tingunum, sigur ítróttarstjórin.

Í gjárkvøldið var nevnt, at møguleiki var fyri, at Mikkjal Thomassen fór at verða sektaður fyri at finnast at dómarunum, men soleiðis verður tað ikki.