Minna foreldur á at hetta er skaðiligt fyri børn at drekka

Orkudrykkir eru ikki fyri børn, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan og serliga eru ung, orkudrykkir og rúsdrekka, ein vandamikil blanding

Áki Bertholdsen
24. mai 2023 kl. 08:00

Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur sagt tað áður, men nú minna tey á tað einaferð enn: Orkuderykkir eru ikki fyri børn.

Tí gera tey enn einafer foreldur varug við, at tey eiga ikki at lata børn síni drekka orkudrykkir. 

Tey vísa á, at eitt barn, ið vigar 40 kilo, tað vil siga, at tað er eini 11 ár, eigur ikki at fáa meira enn 100 milligramm av koffeini um dagin. 

Men í einum orkudrykki upp á 0,5 litur, eru vanliga 160 mg koffein og í einum lituri eru sostatt 320 milligramm av koffeini.

Í lituri av vanligum kaffi eru eini 655 milligramm koffeini. Hinvegin eru tað 92 milligramm av koffein í hvørjum lituri av cola og tað eru 160 milligramm av koffeini í einum kilo av ljósari sjokulátu. 

– Tískil mælir Heilsufrøðiliga starvsstovan børnum heilt frá at drekka orkudrykkir, og tað sama ger eisini matvørustýrið í Danmark. 

– Orkudrykkir skulu vera merktir soleiðis at teir ávara børn, kvinnur, ið eru við barn, og kvinnur, ið geva bróst, um, at tey ikki eiga at drekka slíkar drykkir, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

Longu áðrenn orkudrykkir komu á marknaðin í Norra fingu fimm prosent av 13 ára gomlum børnum í Norra, ov nógv koffein.

Tað kunnu vera nógv hjáárin av at fáa ov nógv koffein. Hjartarútmann kann verða órógva, blóðtrýstið kann verða ov høgt, hjartað kann fara at bankan, umframt at tú kanst fáa andaneyð, búkilsku, kvalma og angist.  Tað er heldur ikki óvanligt, at fólk kenna fjáltur á sær, at tey ikki sova - og í ringasta føri kann tað elva til hjartastopp.
Er meiri enn 150 milligramm av koffeini fyri hvønn litur av eini vøru, er tað eitt krav í øllum ES, at tað skal standa á vøruni, at tað er nógv koffein í tí. Tað skal eisini standa, at at børn og kvinnur, og kvinnur, ið eru við barn, ella geva bróst, eiga ikki at drekka tað.

Hetta skal vera týðiliga frammerkt og tað skal eisini standa, hvussu nógv koffein er í fyri hvørjar 100 millilitrar.

Serliga ávarar Heilsufrøðiliga Starvsstovan um, at ung, orkudrykkir og rúsdrekka, eru ein vandamikil blanding. Blanda ungdómar rúsdrekka og orkudrykkir saman, føla tey ikki hvussu full tey í roynd og veru, eru.