Minst 40 fólk eru deyð í vatnflóð í Afghanistan og Pakistan

Afturat teimum deyðu eru hundraðtals heim oyðiløgd ella skolaði vekk 

Ragnar Sjúrðarson
24. juli 2023 kl. 11:15

Minst 40 fólk eru deyð í vatnflóð, takkað verið ógvusligum regni í Afghanistan og Pakistan í teimum seinastu trimum døgunum.

Tað boða myndugleikar í teimum báðum londunum frá, sambært dpa og Reuters.

Óvæntaðar vatnflóðir hava rakt minst átta landslutir í Afghanistan. Her eru minst 31 fólk deyð, meðan fleiri onnur eru saknaði, upplýsir afghanska almannaverndin til dpa.

Á pakistansku síðuni av markinum eru minst níggju fólk deyð farnu tríggjar dagaranar. Meira enn 100 fólk hava latið lív í óveðrinum, síðan monsunregnið byrjaði í endanum av juni.

Í pakistanska landslutinum Khyber-Pakhtunkhwa hevur kraftmikil tora, regn og vindur elvt til fleiri jarðskjálvtar í vikuskiftinum, sum hava skatt bygningar og vegir. Tað skrivar avísin Dawn.

Í Maidan Wardak landslutinum, sum liggur mitt í Afghanistan, lógu fleiri íbúgvar í teirra song og svóvu, tá vatnflóðin kom.

Afturat teimum 26, ið eru deyð í hesum landslutinum, eru 40 fólk framvegis saknaði.

Hundraðtals heim eru oyðiløgd ella skolaði vekk av vatnflóðunum. Tað er ikki óvanligt at byggja heim av leir og mold í hesum økinum.

Støðan er serliga hættislig í Afghanistan. Eftir fleiri áratíggju við kríggjum og stríðum er landið í eini álvarsligari humaniterari støðu við mangli av mati og øðrum tørvum.