Mjølnir vann seg leikandi lætt í finaluna

Hálvfinala menn í Bónuskappingini: Mjølnir - Fleyr 3-0 (25-15, 25-16, 25-18 )

Flogbóltssamband Føroya
10. februar 2024 kl. 23:44

Mjølnir vann seg seint í kvøld í steypafinaluna. Mótstøðuliðið í finaluni verður SÍ. Finalan verður leygardagin 24. februar, sum er um tvær vikur. Hesi bæði feløgini spældu eisini steypafinalu fyri einum ári síðani. Tá vann Mjølnir 3-1 ((19-25, 25-19, 25-21, 25-20).

Í kvøld gekk tað bæði skjótt og lætt fyri seg, tá ið Mjølnir við 3-0 sigri ímóti Fleyr vann seg í finaluna. Hetta er sætta ferðin á rað, at Mjølnir menninir fara at spæla steypafinalu. Hetta er tó ikki met. Metið eigur SÍ, sum var sjey ferðir á rað í steypafinalun frá 2012 og fram til 2018. Tó var tað SÍ b, sum var í finaluni tað seinasta árið og vann 3-2 á ÍF. Í ár fer SÍ at royna seg ímóti Mjølni.

Spenningur var eingin í dystinum í kvøld. Til tað var munurin ov stórur. Eftir Mjølnir avsmurning í fyrsta og øðrum setti gjørdi Fleyr eitt lítið sprell í triðja setti og legði seg framum 10-8, men gleðin var stokkut, tí Mjølnir javnaði og dró so líðandi frá aftur og vann loksins 25-18 við servessi frá Mateusz Pazgan.