Moderna reist ákæru ímóti Pfizer

Moderna hevur reist ákæru ímóti Pfizer fyri at hava brotið einkarættindarlógina við at eftirgera tøkni, sum Moderna hevur tikið patent uppá.

Rannvá Næs Hoydal
27. august 2022 kl. 11:45

Nú verða tvey nøvn, sum annars vóru um at hvørva úr dagligari talu ímillum føroyingar, tikin upp aftur í heimsins tíðindastovum: Moderna og Pfizer, tvey av fremstu framleiðarunum av Covid-19 koppingarevni.

Moderna hevur reist ákæru ímóti Pfizer fyri brot á einkarætt, og vil vera við, at Pfizer hevur kopierað tveir týdningarmiklar partar av koppingarevnistøkni teirra. Hesar báðar tøknirnar, sigur Moderna, høvdu tey longu útviklað áðrenn korona kreppuna.

Tað snýr seg m.a. um ta sonevndu mRNA tøknina, sum Moderna hevur tikið patent uppá. mRNA (sum stendur fyri messenger RNA) er ein molekyla í einum RNA streingi; tøknin, sum Moderna hevur verið við til at útvikla, nýtir eitt slíkt mRNA til at eggja kroppinum til at framleiða mótstøðuføri. Eisini er talan um eina kemiska broyting, sum Moderna menti í 2015, og sum ger, at menniskju ikki fáa negativ árin av koppingarevninum.

Rættarmál um brot á einkarætt eru rímiliga vanligar, tá ið tað kemur til nýggja tøkni. Grundin til, at Moderna ikki hevur reist ákæru fyrrenn nú, er møguliga tann, at korona støðan ikki longur er eins álvarslig, sum hon hevur verið. Undir korona kreppuni boðaði Moderna frá, at tey fóru ikki at krevja ábøtur fyri brot á teirra einkarættir, allarhelst tí talan tá var um eina kreppu, har mannalív var í vanda. Ikki fyrrenn í mars í 2022 kravdu tey, at einkarættir teirra nú skuldu haldast, serliga í tjóðum, sum eru fíggjarliga sterkar; rættarmálið er einans galdandi fyri brot, sum eru gjørd eftir hesa dagfesting.

Mynd: EPA.