Mórits Heini er felagsmaður burturav

NSÍ hevur skrivað undir við miðvallara, sum bara hevur umboðað barndómsfelagið

Mynd: NSÍ
Jonhard Hammer
4. desember 2023 kl. 20:59

Mórits Heini Mortensen hevur seinastu árini verið ein av teimum, sum hava verið oftast á liðnum hjá NSÍ. Nú boðar NSÍ frá, at eisini í 2024 fer Mórits Heini Mortensen at umboða barndómsfelagið, ið er einasta felag, sum hann hevur umboðað.

Síðsta kappingarár, tá ið NSÍ vann uppflyting eftir at hava verið eitt ár í næstbestu deildini, var Mórits Heini Mortensen við í øllum landskappingardystunum.

24 ára gamli miðvallarin var 17 ára gamal, tá ið hann í 2016 fyrstu ferð royndi seg í bestu deildini, er nú farin undir fyrireikingarnar til 9. árið á besta NSÍ liðnum. Sambært faroesoccer.com hevur Mórits Heini Mortensen spælt 76 landskappingardystir í bestu deildini og skorað fimm mál. Í kappingini um løgmanssteypið hevur hann spæls seks dystir og skorað eitt mál, og í europeisku kappingunum hevur hann spælt fimm dystir.