Mótmælisfólk lupu á svensku sendistovuna í Bagdad

Ein bólkur av mótmælisfólkum í Irak trongdu seg inn í svensku sendistovuna í høvuðsstaðnum, Bagdad

Ragnar Sjúrðarson
29. juni 2023 kl. 16:47

Í gjár brendi ein maður koranina í svenska høvuðsstaðnum, Stockholm. Maðurin hevur røtur úr Irak og vildi við avbrenningini átala Islam.

Hetta fekk eld í fjúsið hjá fleiri borgarum í Irak og í dag eydnaðist tað hjá fleiri mótmælisfólkum at troka seg inn í svensku sendisstovuna í Bagdad. Mótmælisfólkini vóru í sendistovuni í umleið 15 minuttir, áðrenn tey friðarliga fóru úr bygninginum, tá løgreglan í Irak kom á staðið.

-    Vit eru væl kunnaði um støðuna. Okkara starvsfólk í sendistovuni eru í tryggum hondum, og uttanríkismálaráði hevur leypandi samband við tey, sigur svenska uttanríkismálaráðið við SVT.

Koranavbrenningin hevði fyrr í dag við sær, at Marokko valdi at senda sín sendimann heim úr Svøríki.