Mótmælistiltak á Vaglinum 14. apríl

Felagsskapirnir Føroya Pro Vita and Standa fyri lívi skipa fyri tiltakinum

Fríðmundur Nattestad
5. apríl 2024 kl. 11:00

Sunnudagin 14. apríl verður mótmælistiltak á Vaglinum í Havn, har mótmælt verður ímóti uppskotinum um nýggja fosturtøkulóg. Felagsskapirnir Føroya Pro Vita and Standa fyri lívi skipa fyri, og skriva soleiðis um tiltakið:

Við familjuhugna, røðum og sangi hátíðarhalda vit lív saman og standa fyri tey óføddu børnini í Føroyum. Tú kanst vænta framførslur, felagssang, andlitsmáling, ballónir og sjálvandi ein góðan drekkamunn!

Vit møtast á Vaglinum sunnudagin 14. apríl kl.16:00-17:00.

Við nýggja lógaruppskotinum, ið landstýrismaðurin hevur lagt fram fyri Tingið, hevur tað ongantíð verið týdningarmiklari enn júst NÚ at vísa, at tú ert fyri lívi! Latum okkum standa saman og vísa, at vit eru nógv í Føroyum, ið eru fyri lívi.

OBS.! Tiltakið verður tulkað til teknmál!